Klinikk B bjóðar sera framkomnar laser viðgerðir ið kunnu hjálpa uppá akutta og kroniska pínu. Vit hava Gigalaser, Powerlaser og MLS laser. Gigalaser er ein av heimsins størstu medisinsku lasarum.
Gigalaser er egnaður til størri umráðir á kroppinum sum rygg, lendar, knø, akslar, høvd v.m. Skermurin er deildur í trýggjar sektiónir, ið kunnu broytast alt eftir tørvið.
MLS Laser er ein fult robotstýrdur lasari ið vit brúka til serligar trupulleikar eitt nú discus prolaps v.m. MLS koyrir í tveimum bylgilongdum, MLS gevur áhaldandi laserljós og pulserandi laserljós.