Poikiloderma er ein kronisk húðbroyting, ið merkir, at húðin er varandi viðkvom. Við rættari laserviðgerð og góðari sólverju er tó møguligt at minka sjónligt um tað reyða, pigmentini og ójøvnu húðina. Poikiloderma er eyðkend av:
- pigmentbroytingum (ljósar og myrkar plettir)
- reyðari húð og sjónligum smáum æðrum
- tunnari húð
Tann mest vanliga kallast Poikiloderma of Civatte og sæst oftast sum reyð-brúnligar, ójavnar plettir.
Høvuðsorsøk er ov nógv sól. Aðrar orsøkir kunnu vera:
- arvaligt viðkvæmi
- hormonbroytingar t.d í samband við skiftisárini
- allergi fyri nýstlu av kremum, luktilsi v.m








