Beinta Lassen hevur løggilding til laserviðgerðir og ger hártøkur við Nordlys hjá Klinikk B. Hártøkan er ein varandi loysn og hóskar bæði til kvinnur og menn. Tú ert vælkomin inn til eina ókeypis kostnaðarmeting, har vit meta um hárslag, húð og viðgerðarætlan.
Hártøkan kann gerast á størri umráðum, so sum heilan rygg, lør og bein. Smærri økir, til dømis yvirvørr, brýr, høka og andlit.
Fyri mong – bæði kvinnur og menn – er óynsktur hárvøkstur ein trupulleiki, sum krevur nógva tíð og orku. Tú hevur óivað roynt fleiri ymiskar hættir at taka hár burtur, men tey koma altíð aftur.
VISTI TÚ?
At kvinnur í miðal brúka umleið 1.500 tímar í lívinum uppá at barbera bein? Menn brúka umleið 45 dagar uppá at barbera skeggið? Um tú heldur vilt brúka tíðina til nakað annað enn barbering, kann laserhártøka vera ein góð loysn.
Hjá Klinikk B kunnu vit taka hár burtur – so leingi hárini ikki eru heilt ljós.







