Fertilitets viðgerð við laserterapi er rættiliga nýggj her á okkara leiðum. Síðan Gigalasarin kom fram í Danmark, eru fleiri og fleiri sokallaði “laserbørn” fødd í Danmark. (Børn fødd av annars “infertilari” mammu aftaná viðgerð við laserterapi).
Laserterapi kann eisini betra um sáðgóðskuna hjá monnum og møguleikanum hjá kvinnum at blíva við barn.
Laserviðgerð er viðmælt til tín, ið hevur tekin ella mistanka um:
Niðursett blóðrensl til lívmóðir og eggjastokkar, ið kann skyldast aldur, arrvevnað av t.d skurðviðgerð ella undirlívs bruna v.m.
Vøddaspenningar í nærliggjandi vøddum, ið kunnu blokera nerva og kar forsýningar.
Afturvendandi bruna í undirlívinum t.d herpes, candidia svamp, allergi ella clamydia.
Hormonella óbalansu t.d PCO / PCOS
Niðursetta egg góðsku t.d orsaka høgan aldur
Niðusetta sáðgóðsku.
ella av onkrari orsøk ikki gert við barn
Nógv av yvirstandandi trupulleikum eru ring at diagnositisera. Tí er laserviðgerð sera aktuell, um tú ert óviljað barnleys.
Viðgerðargongd:
Viðmælt vera 5-6 laserviðgerðir. Viðgerðin byrjar fyrsta menstruatiónsdag ella tættast gjørligt og hareftir 6 viðgerðir innan tvær vikur. Kanningar vísa at í flestu førum er “succes” innan 3 mánaðir. Kvinnur eldri enn 40 ár, kunnu vænta longri viðgerðartíð
Menn byrja vikuna áðrenn at kvinnan far eggloysn ella far egg sett upp. Flestu menn uppliva betri sáðgóðsku longu aftaná 3 viðgerðir.(viðmælt vera 3-4 viðgerðir vikuna áðrenn).
Tú liggur og slappar av undir viðgerðini, ið er 100% pínufrí.
Um tú hevur vøddaspenningar ella pínu í lendinum, kann viðmælast at lendarnar eisini fáa laserviðgerð.
Vit viðmæla altíð, at tú etur heilsugóðan kost og roynir at motionera t.d at ganga túr dagliga. Ert tú yvirvektig viðmæla vit at tú roynir at tapa teg.