Vit avgreiða tygara bílegging, tá vøran er goldin. Avgreiðingartíðin kann verða frá 1 degi til 2 vikur, alt eftir um talan er um goymsluvøru ella um vøru, sum skal bíleggjast.
Sendiháttur
Vøran verður send við Posta vanliga innan 1-2 yrkadagar. Harumframt kann roknast við 1-5 yrkadøgum, áðrenn pakkin er frammi. Teldupostur verður sendur um upplýsingarnar hvat tað kostar at senda. Vøran kann eisini heintast eftir avtalu hjá Klinikk B.
Flutningur
Vøran verður koyrd ella send út ókeypis. Skal vøran sendast úr meginøkinum ella av landinum, er prísurin fyri rúmmetur ella vekt hjá flutningsfelagnum galdandi.
Gjalding
Vit taka ímóti øllum vanligum gjaldskortum so sum Mastercard, Vist v.m. Eingi eyka avgjøld koma omaná eina bílegging, uttan avgjald fyri sending.
Gjaldsservarin er gókendur av PBS (tryggur gjaldsháttur).
Tygum hava ongan váða við at nýta tygara gjaldskort hjá klinikkb.fo. Vit nýta eitt sokallað SSL-samband til tess at tryggja, at onnur ikki luttaka, tá tygara kortnummar ella aðrir upplýsingar hjá tygum ferðast á alnótini. Gjaldskorts upplýsingar verða viðgjørdir umvegis QuickPay, ið eru fyriskiparar av okkara síðu og eru tað tey, ið senda til PBS á einum tryggum SSL-sambandi – klinikkb.fo kemur aldri at kenna tygara kortupplýsingar og tann kunnleikin verður viðgjørdur í trúðnaði.
Keyp uppá konto kann bert nýtast av viðskiftafólkið, ið hava avtalu um hetta. Fyri at hava konto hjá Klinikk B, skalt tú góðkennast sum kontokundi.
Afturtøka
Um tygum av einhvørjari orsøk ikki eru nøgd/ur við vøruna, sum tygum hava keypt frá okkum, taka vit vøruna aftur, um tygum innan 14 dagar hava gjørt vart við hetta. Treytin fyri at vit taka vøruna aftur er, at hon er óbrúkt, í pakninginum og í sama standi.
Keypari heftir sjálvur fyri virðisminking av vøruni, ið stendist av aðrari handfaring enn henni, ið er neyðug fyri at staðfesta um vøran er røtt. Hetta merkir at tú kanst royna vøruna, á sama hátt ið tú kanst gera í einum fysiskum handli.
Er vøran nýtt á annan hátt enn lýst omanfyri, verður hon mett sum brúkt, og hevur harvið mist virðið. Hetta merkir, at um tú iðrar títt keyp, metir Klinikk B um virðið, og endurrindar sambært hesi prísmeting.
Endurgjald
Keypari hevur 2-ára endurgjaldsrætt sambært føroyskari lóggávu. Endurgjaldið fevnir um øll brek, ið standast av framleiðslu.
Endurgjaldskrav skal boðast Klinikk B frá í rímiligari tíð. Her verður mett at rímulig tíð er í mesta lagi tveir mánaðar eftir móttøku, um ikki annað er avtalað. Klinikk B endurrindar í hesum føri møguligan flutningskostna.
Endurgjaldskrav dettur burtur um vøran er handfarin ella nýtt á skeivan hátt.
Áheitan um endurgjaldskrav skal sendast til:
Klinikk B
J. C. Svabosgøta 6
FO-100 Tórshavn
Føroyar
Upplýsingar til afturtøku
(Tá afturtøkurætturin er galdandi, skalt tú lata hesar upplýsingar til info@klinikkb.fo )
– Til [Klinikk B, J. C. Svabosgøta 6, FO-100 Tórshavn, Føroyar, info@klinikkb.fo]:
– Eg (*) vil hervið boða frá at eg (*) vil gera nýtslu av mínum afturtøkurætti, í samband við keyp av fylgjandi vøru ella tænastu:
– Navn á vøru (*)
– Bíløgd tann (*)/móttikin tann (*)
– Navn á keypara (*)
– Bústaður hjá keypara (*)
– Undirskrift hjá keypara (*) (bert um upplýsingarnar verða lætnar á prentaðum pappíri)
– Dagfesting (*)
Prísir oa.
Allir prísir eru í DKK við mvg. Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum og møguligum skrivivillum.