Filler er sum orðið sigur ein “fillari” ella betur kent sum “Restylane”. Beinta Lassen hevur løggilding og fleiri ára royndir við filler. Nýggja kosmetiska lógin krevur, at tú hevur verið til forkanning hjá Beintu og húðlæknanum hjá Klinikk B seinast 48 tímar áðrenn viðgerð. (hetta er bert eitt krav einaferð).
Sum árini ganga missir húðin fyllu. Tyngdikraftin ger eisini at “alt” fellur niðureftir. Fillers er gjørt av vatn og hyaloron, ið er eitt náttúrligt sukurevni. Úrslitið heldur umleið eitt ár, tó í varrum umleið 6-8 mðr.
Vit hava fleiri sløg av filler. Vit velja fillara alt eftir hvussu húðin er og hvussu nógv lyft skal til. Vit brúka ein heilt fínan fillari til rukkurnar runt munnin. Til kinnbein og undirandlit brúka vit ein kraftigari fillara, sum lyftir væl upp.
Filler er gott til:
- Næsafurur
- Munnklovar
- Kinnar
- Varra øking
- Rukkur runt munnin
- Uppbygging av andlitið
- Í oyralippur sum hanga
- Upprættan av skeivari nøs v.m