Cosmelan® Depigmentation Treatment – eisini kallað ” World´s No. 1 Pigmentation Treatment” Cosmelan kann taka tínar brúnu plettar av andlitinum og hondunum burtur – sera effektivt! Cosmelan er til tín, ið hevur roynt ALT – uttan úrslit.
Sera góð viðgerð til pigmentbroytingar til allar húðlitir – uttan brúk av laser. Kann gerast alt árið og er gott til pigmentplettar og livurplettar. Viðgerðin, ið ikki bert minkar, men tekur burtur pigmentplettarnar uttan at skaða húðina.
Hygg her, hvat miðlarnir í USA sigaum Cosmelan viðgerðina. Pigmentbroytingar og ójavnur húðlitur kann verða til stóran ampa hjá kvinnum og monnum. Kanningar vísa, at pigmentplettar gera, at tú sært 10-15 ár eldri út, sjálvt um ongar sjónligar rukkur og linjur síggjast.
Orsøkirnar til at tú fært pigmentbroytingar á andlitið ella kroppin kunnu verða: sólskaðar, hormonellar broytingar í samband við barnsburð, skiftisár, p-pillar, trauma broytingar í húðini t.d akni, medisin og strongd.
Cosmelan® Depigmentation ávirkar beinleiðis melanin framleiðsluna og tekur burtur plettar, samstundis sum húðin far glóð, náttúrligan lit, útstráling og gerst slættari.
Cosmelan® Depigmentation viðgerðin er kend á teimum fremstu viðgerðastovunum í 64 londum, og Klinikk B gleðist um at umboða viðgerðina í Føroyum.