Gransking seinastu árini hevur víst, at fascian hevur nógv størri týdning fyri okkara heilsu og pínu enn hvat vit hava trú. Fascian er eitt netverk av bindivevnaði, uttan byrjan og enda – ið umfevnur ALT í øllum kroppinum, frá vøddum og beinagrind til organir og kyknur.
Fascian stendur fyri meir enn ein triðing av rørsluapparatinum, har sita flestu pínu receptorarnir (móttakarir) og næstan øll kommunikatión í kroppinum gongur gjøgnum fasciurnar. Tað sita umleið seks ferðir so nógvir nervaendar í fascinum sum í vøddunum.
Um fascian far skaða, stívnar ella far inflammatión, fáa vit ringt við at røra okkum og møguleikin fyri leking versnar.
Fascian ávirkast av aldur, genum, sjúku, skaða, medisini, kosti, samfelags strongd, svøvni, luftdálking og sálarlig strongd.



