Filler er sum orðið sigur ein “fillari” ella betur kent sum “Restylane”. Beinta Lassen hevur løggilding og fleiri ára royndir við filler. Nýggja kosmetiska lógin krevur, at tú hevur verið til forkanning hjá Beintu og húðlæknanum seinast 48 tímar áðrenn viðgerð. (bert eitt krav áðrenn fyrstu viðgerð).
Sum árini ganga, missir húðin fyllu, tyngdikraftin ger eisini at “alt” fellur niðureftir. Fillers er gjørt av vatn og hyaloron, ið er eitt náttúrligt sukurevni.
Til kinnar brúka vit ein “kraftigan” fillara sum kann lyfta og fríska um kinnbein og undirandlit.
Vit hava fleiri sløg av filler, hvør verður brúktur avhongur hvussu húðin er, og hvussu nógv lyft skal til. Úrslitið sær sera náttúrligt út – Tú sært bara frískari út.








