3D Secure
Minst til at melda kredittkortið hjá tær til 3D Secure hjá banka tínum
Tá tú keypir á netinum, verður kravt, at títt kort skal vera melda til 3D Secure. Hetta av trygdaávum.
Hetta er sum minstamark galdandi fyri Dankort, Visa Dankort og Mastercard.
Fyri at betra um trygdina, krevja vit, at øll kort, ið verða brúkt á heimasíðuni, eru melda til 3D Secure.
Hvussu gongur tað fyri seg?
Tá tú rindar á heimasíðuni og ert liðugur at keypa, t.v.s. At tú hevur tøppa allar tínar upplýsingar, verður eitt einnýtisloyniorð sent til tína telefon. Hetta loyniorðið skalt tú tøppa inn fyri at enda keypið hjá okkum.
Um tú hevur trupulleikar við keypi hjá okkum, verður tú vinaliga biðin um at seta teg í samband við tænastudepilin hjá bankanum og siga teimum telefonnummarið, sum skal nýtast í sambandi við 3D Secure.
Niðanfyri eru nummur hjá bankum:
Les meira hjá NETS.
Betri Banki: Tel +298 348000
Bank Nordik: Tel +298 330330
Suðuroyar Sparikassi: Tel +298 359870
Norðoya Sparikassi: Tel +298 475000