0 % renta – stovningar- og umsitingargjald verða kravd.
Við KB Kontu kanst tú býta gjaldið fyri tínar viðgerðir upp í mánaðarlig gjøld.
Stovningargjaldið er 600 kr. og verður lagt oman á upphæddina, tú fíggjar. Harumframt rindar tú 50 kr. í umsitingargjaldi um mánaðin, meðan tú rindar skuldina aftur.
SOLEIÐIS BYRJAR TÚ
1. Bílegg tíð til ókeypis vegleiðing
Vit tosa um tíni ynskir og gera eina persónliga viðgerðarætlan við vegleiðandi kostnaði.
2. Útfyll umsókn til KB Kontu
Vit hjálpa tær við umsóknini. Verður hon góðkend, gera vit eina avtalu um upphædd, afturgjaldingartíð og mánaðargjald.
3. Stovna fasta flyting
Tú stovnar fasta flyting samsvarandi gjaldsavtaluni.
DØMI UM AFTURGJALDING

GOTT AT VITA
• Aldursmark: 18 ár.
• Mesta upphædd til viðgerðir: 40.000 kr. Stovningargjaldið á 600 kr. kemur afturat.
• Longsta afturgjaldingartíð: 36 mánaðir.
• Tú kanst rinda alla skuldina aftur áðrenn tíð uttan eyka gjald fyri sjálva innfríanina.
KOSTNAÐUR
• Renta: 0 %.
• Stovningargjald: 600 kr. sum verður lagt oman á skuldina.
• Umsitingargjald: 50 kr. um mánaðin í afturgjaldingartíðini.
• Broyting av kontoavtalu: 500 kr., um ein gjaldsskyldug broyting verður avtalað.
• Rykkjaragjald: 150 kr., um treytirnar fyri at krevja gjaldið eru loknar.
Verður gjaldsavtalan ikki hildin, kann skuldin verða send til innheintingar eftir galdandi reglum og treytunum í avtaluni.
VILT TÚ VITA MEIRA?
Ring ella skriva til okkum fyri nærri kunning um KB Kontu og eina gjaldsætlan.
Telefon: 315 777
Teldupostur: info@klinikkb.fo

