Ein viðgerð har vit brúka og vísa tær hvussu tú heima kanst rulla húðina vakrari, yngri og fastari. Viðgerðin endar við einari góðari fuktmasku ella ELT húðyngjandi ljósviðgerð.
Heimasettið er íroknað prísin. Tú fært eitt sett við rullu, rullureins og A-vitaminserum (virði 1.995,-).
Vit viðmæla at tú rullar húðina heima 2-3 ferðir um vikuna. Rulla húðina um kvøldið.
Reinsa húðina, byrja t.d á pannuna og rulla eitt lítið økið í senn, rulla 4-10 ferðir. Tú ert liðug tá tú hevur rulla í eitt stjørnumynstur, far so á næsta økið.
Tá tú ert liðug/ur at rulla alt andlitið, skalt tú smyrja Lipopetide A-vitamin serumi á.
Reinsa rulluna undir heitum krana, og spaya rullureinsi á. Rullan skal liggja í etui´inum inntil næstu ferð.
Ikki brúka make up næstu 12 tímarnir, og ikki rulla beinleiðis á eksem, sár ella akni útbrot.
Rullan heldur umleið 12 mánaðir, og skal hareftir skiftast út.