Frax 1940 er ein framkomin fraksjónerað laser-viðgerð, ið fínpussar og arbeiðir í yvirflatuni á húðini. Viðgerðin røkkur epidermis og hornlagið og er serliga væl egnað til at betra um útsjónd, tekstur og góðsku av húðini.
Frax 1940 gevur javnari húðtóna, minkar um pigmentplettar og sólskaðar. Ger húðina ljósari, slættari og meir einsarta. Viðgerðin gevur ofta eina “glass skin”-líknandi ávirkan við strálandi glóð.
Lasarin arbeiðir í stýrda dýpd
(upp til uml. 200 µm / 0,2 mm), sum merkir:
-
skjótari grøðing
-
minni roða og bólgu
-
styttri “downtime” samanborið við laser-viðgerðir, ið arbeiða djúpri
Frax 1940 er eisini serliga væl egnað til tín, ið gangur høgt upp í make-up, tí við slættari húðyvirflatu, situr make-up betri, sær meir einsarta út og heldur longur.
Ein ideell viðgerð til tín, ið ynskir eina strálandi “glass skin”-líknandi húð, við skjótari grøðing og sjónligum úrslitið.








