NÓGV MEIRA ENN “GLASS SKIN”
Vit eru errin av at bjóða Dual Frax Laser hjá Klinikk B – ein viðgerð, sum flytur húðendurnýggjan upp á eitt nýtt støði. Við tveimum framkomnum bylgjulongdum í einari og somu viðgerð arbeiða vit bæði í yvirflatuni og djúpt í húðini.
HETTA GEVUR:
-
úrslit, sum síggjast her og nú
-
eina húð, sum verður styrkt og endurnýggjað yvir tíð
Dual Frax er til tín, ið ynskir eina laser-viðgerð, sum bæði kann fínpussa strukturin í húðini, minka um rukkir og javna húðtónan – alt í einum og uttan langa grøðingartíð.
Henda samansetta laser-viðgerð er ein av teim mest framkomnu tøkninum innan húðynging, tí hon arbeiðir djúpt í húðini og á yvirflatuni.
Longu eftir fáum døgum sæst ein húð, sum er fastari, slættari, javnari, vakrari og strálar við náttúrligari glóð.








