Ynskir tú at minka um appilsinhúð, fáa fastari húð, klænka ella njóta eina djúpt avslappandi viðgerð?
Við LPG Alliance laga vit viðgerðina til tín tørv – við fokus á kropsrøkt, lættleika og vælveru.
Hvat er LPG?
LPG er ein mekanisk bindivevsmassaga, ið stimbrar húðina og undirliggjandi vev uttan nálir ella skurðviðgerð. Viðgerðarhøvdið sameinir rullu, motoriseraðan flappa og súgving fyri at arbeiða við vevinum.
Viðgerðin kann minka um sjónligt cellulitt og betra um útsjónd og fastleika í húðini.
Tú ert ílatin eina serliga LPG-drakt undir viðgerðini, og styrkin verður lagað til tín. Viðgerðin kennist vanliga sum ein djúp massaga – ein løta, har tú kanst liggja væl og slappa av.




Ein kurur er vanligt 10 viðgerðir, tvær ferðir um vikuna. Um tú ert uppá strangan kur, ella hevur fingið t.d gastric bypass ið ger at tú fert at tapa teg nógv, viðmæla at vit at tú fært viðgerðina einaferð um vikuna ímeðan tú tapir teg, so húðin vegna vekttap ikki fer at hanga so nógv.






