Síðani viðgerðarstovan sá dagsins ljós, hava vit gjørt nógvar spennandi Make Over á kvinnur, ið veruliga ynskti broyting. Ikki broyting so tær sóu “gjørdar” út, men broyting til eina munandi betri og frískari útgávu.
Make Over verkætlanirnar hava verið sera spennandi, jaligar og stuttligar at gera. Vit hava samla nakrar her, fyri at vísa tær hvussu nógv kann gerast uttan skurðviðgerðir.
Make Over broytingar eru kostnaðarmiklar, tí ofta seta vit fleiri sløg av ymsum viðgerðum saman, fyri at fáa besta og náttúrligasta úrslitið, tí bjóða vit gjaldsavtalu við rentufríari KB konto, til tey ið ikki klára at gjalda alt í einum.