JAVNARI, FASTARI OG YNGRI HÚÐ VIÐ LASER IÐ ARBEIÐIR Í DJÚPTINI
Frax 1550 er ein sera effektiv fraksjónerað laser-viðgerð, ið arbeiðir djúpt í húðini, uttan at skaða yvirhúðina. Viðgerðin stimbrar húðina innanífrá og minkar sjónliga um rukkir, fínar linjur og ójavna húðstruktur – uttan langa grøðingartíð.
Frax 1550 er serliga væl egnað til at betra um:
-
rukkir og linjur, eisini rundan um munnin
-
myrkar randar og fínar linjur um eyguni
-
grova húð og stórar porur
-
arr, akniarr, skurðarr, brandarr v.m
-
strekkmerkir
Samtíðis fær húðin nýggja glóð og eina javnari, slættari struktur.
Frax 1550 kann nýtast einsamøll, saman við IPL sum partur av okkara Light & Bright-viðgerð, ella saman við Frax 1940 sum ein Dual Frax-viðgerð.
Viðgerðin betrar um heildargóðskuna av húðini, tí hon setir kroppin í gongd at framleiða nýtt kollagen. Hetta gevur eina húð, sum gerst: fastari, meira elastisk, vakrari og sterkari.
Frax 1550 hevur bæði húðyngjandi og uppstrammandi ávirkan, og úrslitini halda fram at menna seg yvir tíð.











