Frálíka húðyngjandi og orkugevandi Beauty Angel ljósið. Hjá Klinikk B hava vit Beauty Angel Relax og ELT Intensive ljósviðgerðirnar. Beauty Angel Relax, er viðgerð til andlit og kropp, alt í senn. ELT Intensiv, er til ávís økir so sum andlit ella rygg. ELT er intensiv viðgerð, og ikki ein heilkrops viðgerð, sera góð at taka aftaná ein og hvørja andlitsviðgerð.
Felags fyri báðar viðgerðirnar er, at tær eru avslappandi, deiliga heitar, húðyngjandi og orkugevandi.