Meira enn ein vanlig andlitsviðgerð
Velur tú hesa viðgerð, fært tú meira enn eina vanliga andlitsviðgerð. Her liggur tú og hvílur, ímeðan andlitið verður fríska. Viðgerðin byrjar við diamantslíping. Við microdermabratión (diamantslíping) fært tú nýggja vakra húð skjótt og pínuleyst.
Við tíðini missir húðin elastisitetin, húðin kann síggja troytt og grálig út, og so koma rukkurnar. Við einari ekta micro- dermabratiónsviðgerð taka vit varisliga tað ovasta turra húðlagið uttanav, samstundis stimbra vit uppbyggingini av kollageni og elastisiteti í húðini. Viðgerðin gevur fastari, sunnari og yngri útsjónd.
Aftaná hettar fært tú eina uppstrammandi LPG Endermolift. Endermolift er slóðbrótandi viðgerð, ið fyribyrgir og uppbyggir, og samstundis fyribyrgir aldursteknum. Henda strammandi viðgerðin er mekanisk bindivevnaðarsmassaga. LPG Endermolift er egnað til allar húðtypur, sjálvt tey heilt sartu.

