HIFU, (High-Intensity Focused Ultrasound) eisini kallað “Ultherapy”, er viðgerð fokuserað upp á ultraljóð – HIFU- er síðsta nýggja vápnið í kampinum móti húðaraldring. HIFU er einasta viðgerð, ið er góðkend av amerikonsku heilsumyndugleikum (FDA) til “Skin Lifting”. HIFU er alternativ til andlitslyft við knívi til kvinnur og menn. Eingin onnur viðgerð – hvørki laser ella annað – arbeiður líka djúpt sum HIFU.
HIFU er eisini til tín, ið longu hevur fingið andlitslyft við skurð, og ynskir at betra úrslitið av skurðviðgerðini.
Prinsippið við fokuserað ultraljóð er, at djúpasta bindivevslagið í húðini stimbrast til at endurnýggja seg sjálva, so húðin fær sín ungdómliga elastisitet og fastleika aftur, samstundis sum hon strammast upp. Tað er faktiskt talan um eitt beinleiðis lyft av húðini – uttan knív.
Viðgerðin er sostatt vælegnað at stramma tí byrjandi leysu húðina á háls og kinnum upp, ella at lyfta byrjandi tung eygnalok. Ein uppstramman, ið virkar náttúrlig, tá tað er tíni egnu trekk, ið endurskapast. Viðgerðin er sera vælegnað til tín, ið er 30+. Er húðin sera leys ella sólskødd kann vera neyðugt við meiri enn einari viðgerð.