Okkara samansetta LPG Signatur viðgerð er nakað heilt serligt, viðgerðin er sera avslappandi og behagilig samstunis sum hon gevur sjónligt úrlsit beinanvegin. Vit viðmæla hesa viðgerð sum einkulta viðgerð, ella sum ein kur á 3-5 viðgerðir við 7-14 døgum millum. LPG Signatur er seisini sera góð til tín ið far tí vanligu LPG andlitsviðgerðina, at taka av og millum tær vanligu.
Viðger
Viðgerðin tekur uml. 1 tíma og 15 min og inniheldur fylgjandi:
✔️Andlitsreins
✔️30 min LPG andlitsmassagu
✔️Glycolic 10% peel
✔️Sissandi og fuktgevandi andlitsmaska
✔️15 min húðyngjandi kollagenljós
✔️Dagkrem og eygnakrem
Soleiðis gongur viðgerðin fyri seg:
LPG Signatur byrjar við andlitsreins, síðani velja vit saman hvør massaga hóskar best til tín tørvið ynskir. Vel millum:
🔶Slankandi massagu ið drenar vætu, minkar um feittið og gevur sjónligari “kæbe” linju og minni posar um eyguni.
🔶Uppstrammandi massagu til andlit, háls og eygu ið gevur glóð og fastari húð.
🔶Fyll gevandi massagu ið serliga gevur fyllu til undirandlitið og randar undir eygunum.
Aftaná 30 min sera avslappandi og virksama massagu á andlit og háls, verður húðin peela við 10% Glycolic Peel, ið frískar yvirhúðina beinanvegin, tekur burtur deyðar húðkyknur, gevur glóð og meira javna húð.
Tá peelingin hevur virka, verður sissandi fuktgevandi maska smurt á andlitið.
At enda fært tú okkara sera vældámda ELT kollagenljósið á andlit og háls.
Viðgerðin er sera góð áðrenn tú t.d skalt í veitslu, út at ferðast ella um tú ynskir at gera okkurt gott fyri teg sjálvan.
LPG Signatur viðgerðin, er nógv meir enn ein klassisk andlitsviðgerð. Tú kennir teg úthvíldan og merkir og sær mun á andlitinum beinanvegin.
Um ynskist fæst ráðgeving til húðrøkt heima og Dr. Magic massaga við í prísinum aftaná ella áðrenn viðgerðina.