Permanent makeup er við tíðini vorðið eitt nattúrligt val innan kosmetikkviðgerð. Permanent makeup er í dag sera vælumtókt, tí við at menna ta nátúrligu utsjóndina kann einhvør kvinna fáa eina útsjónd, ið ber brá av góðari røkt.
Uttan mun til orsøkina er málið tað sama. Permanent makeup skal vera ein partur av tær sjálvum, ein nærum ósjónligur munur, sum kortini undirstrikar og mennir tey vøkru andlitsbrøgdini, sum longu eru har frammanundan.
Við Long-Time-Liner verður lagt vekt á at menna tína náttúrligu útstráling, og broyta tað, sum frá náttúrini ikki er heilt nøktandi. Hetta er tað, tey kalla “tað lítla eyka piffið”, sum skal til, fyri at geva kvinnuni meira tryggleika og sjálvsálit. Og bara nátúrligir litir kunnu geva nátúrligt úrslit.









