Nýggjasta viðgerðin hjá Klinikk B er ein spray tan-viðgerð í sjálvvirkandi kabinu. Vald sum besta kabina av slagnum á marknaðinum. Her fært tú lekran lit uttan UV-strálur við bestu dygd og við einum náttúruevni, sum er framleitt úr sukurrótum, vanilju, kokos og nøtum.
Liturin heldur sær í uml. fimm til átta dagar og er sera vælegnaður til tín, sum skalt hava lit her og nú. Snilt til brúdleyp, ferming, og aðrar hátíðardagar, ella tá tú bara ynskir at verða brún.
Tað eru proteinirnar, sum binda litin til húðina. Liturin sær altíð púra nátúrligur út. Undan viðgerð kanst tú skrubba ella ”peala” húðina, so fært tú eitt javnt úrslit, sum heldur longri. Best er við leyst sitandi klæðum eftir viðgerðina.
Ikki brúka fuktkrem ella make-up undan viðgerðini.
Eftir viðgerðina er týdningarmikið ikki at fara í bað, svimja ella at íðka ítrótt í 8 til 12 tímar. Tó skulu hendur og føtur vaskast aftaná tveir tímar.
Spray-tan verður ikki smurt uppá. Tú fer inn í kabinuna og tað tekur seks sekund at sproyta uppá. Síðan stillar tú teg við turkitornið í hálvanannan minutt, so kanst tú lata teg í.