
IPL viðgerð til Rosacea
Rosacea er ein kronisk húðsjúka. Tað reyða og tær sjónligu æðrar, sum Rosacea førir við sær, ávirka ikki bert útsjóndina, men ofta eisini sjálvsálitið, tí at sjúkueyðkennini kunnu vera so sjónlig, at tey eru ógjørlig at fjala, og tískil kunnu virka hemmandi í mongum samanhangum. Júst hesi sjúkueyðkenni kunnu vit antin minka um, ella beina burtur við okkara sera góðu IPL viðgerð (Intenst Pulserað Ljós) frá Nordlys.
Okkara IPL, er ein sera góð og trygg viðgerð til Rosacea, sjónlig blóðkør, diffus rødme og “nervøs rødme”. Tablettir og smyrsl kunnu vera eitt ískoyti til viðgerðina, men kunnu ongantíð fáa tær reyðu æðrarnar at dragna saman.
Av tí at vit ikki kunnu basa sjálvari orsøkini til Rosacea, mást tú vænta at halda fram við viðlíkahaldiav viðgerðunum fyri at halda sjúkueyðkennunum í skák. Men tú kanst vænta, at minkingin av sjúkueyðkennunum fer at betra um lívsgóðskuna hjá tær.
Rosacea finst í fleir variantum milt, miðal og álvarsamari útgávu. Hjá Klinikk B hava vit drúgvar royndir við Rosacea viðgerð. Vit vegleiða teg fegin við eini ókeypis og óbindandi ráðgeving. Viðgerðin verur framd í samráð við okkara húðlækna.



