Æðraspreingingar og aðrar vaskulærar húðbroytingar finnast í fleiri støddum og litum – frá stórum bláum ella reyðligum æðrum til heilt smá fín blóðkør, ið kunnu síggjast sum reyðir prikkar ella blettir á húðini. Tær kunnu koma bæði á andlit og kropp og vera kosmetiskt darvandi.
YAG-laser er ein sera effektiv og trygg viðgerð til ymisk sløg av vaskulærum trupulleikum, og kann nýtast til blóðæðrar upp til uml. 3 mm í diametri.
HVAT KANN YAG TAKA BURTUR:
Hjá Klinikk B viðgera vit m.a. æðraspreingingar á andlit og kroppi, reyðar og bláar blóðæðrar í andliti, venous lake (blá/lilla blettir, oftast á varrum ella í andliti), smáar reyðar prikkar (cherry angioma / rubinblettir), samlingar av smáum blóðkørum, sum geva eina varandi reyða húð, sjónlig blá kør undir eygunum.
Lasaraljósið frá YAG-lasaranum verður upptikið av blóðinum í kørunum og fær tey at lata seg aftur. Við tíðini vera æðrarnar niðurbrotnar av kroppinum, og tann reyði ella blái liturin hvørvur líðandi úr húðini – uttan skurð og uttan “downtime”.








