Nýggj slóðbrótandi viðgerð, ið lyftir upp tung eygnalok, viðgerðin kann eisini brúkast til leysa húð undir eygunum. Tú fært doyvandi krem á áðrenn, so viðgerðin er stórtsæð pínufrí.
Viðgerðin er plasma viðgerð, ið far húðina at trekkja seg saman, úrslitið heldur 3+ ár. Aftaná viðgerðina, kann umráðið vera hovið fyrstu dagarnar.
Beint aftaná viðgerðina síggjast nakrir prikkar, ið detta av uml 4-7 dagin. Kalt umslag og serligar maskur hjálpa uppá eventuelt hevilsi. Tú kanst gera alt vanligt beint aftaná viðgerðina, tó ikki í sauna ella svimjihyl. Viðgjørda umráðið skal smyrjast við sólfaktor tíðina eftir viðgerðina.
“Eg eri so mega glað fyri úrslitið, havi ætla mær skurðviðgerð til eygnalok í áravís, men tá eg las um nýggju viðgerðina uttan skurð, valdi eg at royna tað” soleiðis sigur ein vælnøgdur kundi.
Prísur:
Eygnalok ella undir eyguni kr. 4.995,-
Eygnalok og undir eyguni kr. 7.995,-
Onnur øki t.d búk, háls spyr okkum.
Um serliga nógv yvirskots húð er, kann vera neyðugt við eyka viðgerð. Um so er verður hetta gjørt uml 3 mðr seinni til ein serligan prís, spyr nærri.
Niðanfyri myndir eru tiknar áðrenn og beint aftaná viðgerðina.