UltraLipo er kallað “Feittsúgving uttan skurð” til kvinnur og menn.
”Kavitatión” er ein trygg og pínuleys klænkiviðgerð. Júst komin til Føroya.
Viðgerðin við UltraLipo System fæst BERT hjá Klinikk B.
Hetta er ein tann mest framkomna ultraljóðviðgerðin í heiminum.
Kavitatión er heiti á tøknini, sum við lágfrekvensultraljóði skapar sokallaðar mikrobløðrur rundan um hvørja einstaka feittkyknu. Tá mongdin av smáu bløðrunum er nóg stór, brýtist membranurin hjá feittkyknuni niður. Harvið verður feittsýran frígivin og feittkyknan er burtur fyri altíð.
Ultra Lipo er eisini sera gott um tú hevur appilsinhúð á einum lítlum økið t.d rumpuni ella uttara síðu á lørinum. Hevur tú appilsinhúð á størri økjum, so er LPG best.
Hví velja UltraLipo frá Klinikk B?
Tú kanst vænta:
Sjónlig úrslit, ofta longu aftaná fyrstu viðgerð
Varandi úrslit, sama sum við feittsúgving
Skjóta og pínuleysa viðgerð
Eingi hjáárin
Ikki tørv á at taka frí frá arbeiði
Bert tørv á fáum viðgerðum
UltraLipo System er ein av teim fáu skipanunum í heiminum, sum við læknafrøðiligum kanningum vísir á trygd og úrslit. Aftaná viðgerðina við lágfrekvensultraljóði geva vit altíð sonevnda lymfudrenagu fyri at hjálpa kroppinum at sleppa av við feittsýruna.
Um viðgerðina
UltraLipo viðgerðin, ið er kavitatiónstøkni, skapar eina rúgvu av mikrobløðrum, ið leita móti feittkyknunum og festa seg rundan um hesar. Nakað sum tá tú stingur fingurin í eitt glas av vatni við brúsi, so sært tú, hvussu bløðrurnar leggjast rundan um fingurin. Tá mongdin av bløðrum er nóg stór, so brestur membranurin og feittkyknan gerst opin, so feittsýran rennur út. Harvið verður feittkyknan niðurbrotin.
Skapa vit so nýggjar feittkyknur?
Nei, tá vit eru vaksin, skapa vit ikki nýggjar feittkyknur, men tær vit hava, kunnu sjálvandi vaksa, um vit eta ov nógv og fáa ov lítla motión.
Kann allur kroppurin fáa UltraLipo samstundis?
Nei, tað hevði verið alt ov mikið fyri kroppin. UltraLipo er til ávís øki, har mongdin av feittkyknum er høg, ella á øki, sum “bugla út”.
Hví kann allur kroppurin ikki fáa viðgerð samstundis?
Tí tað hevði frígivið ov nógva feittsýru, sum kroppurin hevði havt sera torført at komið sær av við.
Eru hjáárin?
Nei, eingin hjáárin eru funnin.
Umráðandi er at drekka tveir litrar av vatni dagin fyri, sama dag og dagin eftir UltraLipo-viðgerð.
UltraLipo kann við stórum fyrimuni setast saman við LPG Endermologie, TEI System ella Slankiwrap.
Myndirnar vísa nøkur av okkara egnu úrslitum hjá Klinikk B.