Cosmelan® Depigmentation Treatment – eisini kallað ” World´s No. 1 Pigmentation Treatment” Cosmelan kann taka tínar brúnu plettar av andlitinum og hondunum burtur – sera effektivt! Cosmelan er til tín, ið hevur roynt ALT – uttan úrslit.
Sera góð viðgerð til pigmentbroytingar til allar húðlitir – uttan brúk av laser. Kann gerast alt árið og er gott til pigmentplettar og livurplettar. Viðgerðin, ið ikki bert minkar, men tekur burtur pigmentplettarnar uttan at skaða húðina. Hygg her, hvat miðlarnir í USA sigaum Cosmelan viðgerðina. Pigmentbroytingar og ójavnur húðlitur kann verða til stóran ampa hjá kvinnum og monnum. Kanningar vísa, at pigmentplettar gera, at tú sært 10-15 ár eldri út, sjálvt um ongar sjónligar rukkur og linjur síggjast.
Orsøkirnar til at tú fært pigmentbroytingar á andlitið ella kroppin kunnu verða: sólskaðar, hormonellar broytingar í samband við barnsburð, skiftisár, p-pillar, trauma broytingar í húðini t.d akni, medisin og strongd.
Cosmelan® Depigmentation ávirkar beinleiðis melanin framleiðsluna og tekur burtur plettar, samstundis sum húðin far glóð, náttúrligan lit, útstráling og gerst slættari.
Cosmelan® Depigmentation viðgerðin er kend á teimum fremstu viðgerðastovunum í 64 londum, og Klinikk B gleðist um at umboða viðgerðina í Føroyum.
FYRIMUNIR Cosmelan® Depigmentation viðgerðin hevur fleiri fyrimunir, samanlíkna við aðrar viðgerðir og kremir:
- Kann brúkast til øll sløg av pigmenteringum: Melasma, sólskaðar, pigmentbroytingar aftaná akni, medisin og frøknir
- Kan brúkast til andlit, hendur og kropp
- Tekur burtur plettarnar skjótt og lætt
- Kann brúkast til allar húðtypir, eisini myrkar
- Løtt peeling gevur yngjandi úrslit
- Sera gott til akni trupulleikar
- Minkar um akni-arr
- Vigerðin kann brúkast alt árið, eisini um summarhálvuna
- Er trygt
- Tekur pigmentplettar aftaná laser og peeling viðgerðir
Úrslit Hjá 99% hvørva pigmentplettarnir, og gevur betringar uppá 85%. Longu 7-10 dagar aftaná byrjan av Cosmelan viðgerðini, sæst sjónligur munur. Plettarnir minka, og húðin blívur meira eins og endurnýggja. Aftaná umleið 7-8 vikur (eitt sindur longri fyri myrka húð) er úrslitið maximalt. Plettarnir minka og húðin far náttúrliga glóð. Sum eyka, minkar Cosmelan um tolg og feittframeleiðsluna og minkar um sjónligar porur. Cosmelan er ein sera djúpt virkandi viðgerð, tí kunnu tað koma turr og viðkvom økir á húðina, sum tó skjótt blíva betur.
VIÐGERÐIN:
- Kanning – journal og mynd
- Maskan verður smurd á – tað mest umráðandi í viðgerðini. Aftaná at húðin er væl reinsa, verður ein serlig maska smurd á. Maskan skal sita á húðini í 8-12 tímar (alt eftir hvussu húðin er).
- Heimaviðgerð: 6 vikur
- Eftirmeting aftaná 6 vikur – journal og nýggj mynd