Hjá okkum leggja vit stóran dent á, at tú kennir teg væl og fært tað best hugsandi tænastuna og professionella, dygdargóða vegleiðing og viðgerð. Vit bjóða tær fleiri av heimsins best umtóktu viðgerðum.
Vælvera og serkønar viðgerðir
Vit hava samansett okkara lið við fólki við fjølbroyttum útbúgvingum og eginleikum. Vit hava ergoterapeut, sjúkrarøktarfrøðing, laserterapeutar, linergist, húðlækna og serkøn innan LPG og veinwave. Klinikk B er við sínum 220 m2, óiva landsins størsta vælverustova.
Klinikk B hevur serøkið innan slankandi uppstrammandi viðgerðir, anti rukku viðgerðir og arrviðgerð. Harumframt veita vit serviðgerðir sum hártøku við lasara, Permanent Make Up, fillers, Botox, veinwave, Dermaroller og pínuviðgerðir v.m.
Breiða umboðan og nethandil
Klinikk B umboðar BioElements, Mesoestetic, Eva Garden, Beauté Pacifique, Dermaroller, M2, Sanzy, That´so v.m.
Fyri at kunna gleða so nógvum sum gjørligt við viðgerðum, hava vit fingið avboðs politik. Skalt tú avlýsa eina bílagda tíð, skal hettar gerast í minsta lagi dagin áðrenn. Verður hettar ikki gjørt, taka vit hálvan prís fyri viðgerðina, áðrenn onnur tíð verður avtala.
Hevur tú avsláttarkort og avlýsir ov seint, ella møtir tú ikki upp, merkir hettar, at eitt klipp av kortinum fellur burtur.
Vónandi skilur tú, at vit eru noydd at halda hesar reglur. Avboð kann gevast við at ringja 315 777 ella online.