Hvat er laserterapi?
Medisinsk laserterapi verður nýtt til skjótt og effektivt at minka um pínu. Við laserterapi leggja vit dent á at doyva pínuna, so tað verður møguligt at arbeiða við vøddunum og koma heilt inn til kjarnuna – og sostatt eisini til sjálva orsøkina til pínuna.
Laserterapi er ein pínufríur viðgerðarháttur, uttan hjáárin, og hevur bæði anti-inflammatorisk og pínulinnandi ávirkan.
Tað er ljósið frá lasaranum, ið stimbrar blóðrenslið og minkar um bólgu/hevilsi. Kyknurnar rundan um skaðan – sum longu eru í gongd við náttúrliga leking – fáa eyka orkur frá laserljósinum, sum styrkir og skundar undir kroppin at lekja seg sjálvan.
Laserterapi kann virka:
- Anti-inflammatoriskt / minkar um inflammatión
- Pínulinnandi
- Minkar um hevilsi
- Skunda undir leking avsár
- loysa spentar vøddar













