Hjá Klinikk B hava vit tvey sløg av Beauty Angel ljósviðgerðum. Vit hava Beauty Angel Relax, ið er viðgerð til andlit og kropp, alt í senn, og ELT Intensiv, ið er til ávís økir so sum andlit ella rygg. ELT er intensiv viðgerð, og ikki ein heilkrops viðgerð, sera góð at taka aftaná ein og hvørja andlitsviðgerð.
Felags fyri báðar viðgerðirnar er, at tær eru avslappandi, deiliga heitar, húðyngjandi og orkugevandi.
ELT Intensiv
Húðynging við hjálp av ljós, er nógv meira effektivt, um fleiri “spektir” verða brúkt samstundis. Beauty Angel ELT “INTENSIV” skiftir frá 570 til 850 nm.
Ístaðin fyri at niðurbróta kyknur ella vevnað, aktiverar og stimbrar ELT ljósið.
- Stimbrar kollagen, elastin og hyaloron framleiðsluna
- Gevur strálandi glóð og vakra húð
- Minkar um fínarl linjur og rukkur
- Bleytger og slættar húðina
- Minkar um myrkar randar og hevilsi um eyguni
- Virkar uppstrammandi
- Minkar um strekkmerkir og arr
- Gevur hita og er ein sera avslappandi viðgerð
- Minkar um pigment plettar og aldirsplettar
- Frígevir endorfiner
- Minkar um óreina húð og akni
- Virkar beróligandi uppá stressaða húð
- Orkugevandi og kann hjálpa uppá tunglyndi (orsaka at
- ljósið inniheldur dagsljós terapi)
Beauty Angel ljósið stimbrar bindivevnaðin og økir kollagen, elastin og hyaloron framleiðsluna. Ein náttúrligur og sera virksamur máti at fáa vakrari húð av.
Ljósið gevur bleyta, fuktiga og vakra húð árið runt. Vit vita at okkara orka og lyndi ávirkast av ljósið. Beauty Angel ljósið er orkugevandi og positivt ljós, sum kann betra um lyndi í tí myrku tíðini, samstundis sum tað gevur ein behagiligan hita.
Prísur:
- ELT kr. 250,-
- 12 ELT kr. 2.200,-
- 18 ELT kr. 3.150,-
Beauty Angel Relax
Beauty Angel er ein húðyngjandi ljós- og wellnessterapi til andlit og kropp. Viðgerðin er til bæði kvinnur og menn og allar húðtýpur. Beauty Angel gevur vakrari, sunnari, slættari, fastari og yngri húð, og verður eisini kallað Kollagenmaskinan ella Kollarium.
Beauty Angel er ein nýggj sera spennandi viðgerð. Í Danmark er Beauty Angel roynd við sera góðum úrslitum. Húðlæknin og yvirlæknin Peter Bjerring hevur í donskum útvarpi tosað sera jaliga um Beauty Angel-viðgerðina.
Hjá Klinikk B kunnu vit sum tey fyrstu bjóða viðgerðina í Føroyum. Kollagenlampur útnytta sjónligt, reytt ljós innan 633 nm umráðið fyri at stimbra okkara egna sokallaðu “photoreju venation”-prosess.
Hon økir kollagenframleiðsluna og elastin og hyaluron í húðini á ein náttúrligan hátt. Aftaná eina viðgerð minka rukkur, húðin gerst sjónligt fastari og generelt betri og frískari.
Kollagenviðgerðin ger eisini, at røktandi krem virka enn betri.
Beauty Angel er sera gott til strekkmerkir.
Fyrimunir við Beauty Angel:
STIMBRAR FRAMLEIÐSLUNA AV KOLLAGEN, ELASTIN OG HYALURON
- GER PORURNAR MINNI OG BETRAR HÚÐINA GENERELT MINKAR UM FYLGJURNAR AV SKAÐILIGUM
- UMHVØRVISÁVIRKANUM
- MINKAR UM RUKKUR OG FÍNAR LINJUR
- SJÓNLIG ANTI-AGING EFFEKT
- GEVUR EINA STRÁLANDI OG FASTARI HÚÐ
- UTTAN UV – VÆLEGNAÐ TIL ALLA HÚÐ
- GER STREKKMERKI MINNI SJÓNLIG OG PENARI
- GER FRØKNUR OG PIGMENTPLETTIR LJÓSARI
- MINKAR UM MYRKAR RENDUR UM EYGUNI
- BETRAR MUNANDI UM TRUPULLEIKAR AV ROSACEA
- HØVUR TIL TÁ-VIÐGERÐ
- FDA GÓÐKEND
- LJÓSTERAPIIN OG HITIN GEVUR BEINANVEGIN EINA VÆLVERUKENSLU
Hvussu er tað at fáa Beauty Angel viðgerðina?
Beauty Angel er ein ergonomisk brík við ljósi í erva og í neðra. Á at líta minnir Beauty Angel um eitt solarium, men hevur einki UV-ljós. Tú liggur og slappar av, tú kanst njóta kensluna av hitanum og merkja, hvussu húðin arbeiðir í teir 20 minuttirnar, viðgerðin tekur.
Hvussu ofta og hvussu nógvar viðgerðir?
Sum viðgerð viðmæla vit Beauty Angel ljósterapi tvær ferðir um vikuna í nakrar vikur, alt eftir aldri og trupulleikum. Tá viðgerðin er liðug, kann úrslitið lættliga viðlíkahaldast.
Hvussu skjótt sæst/merkist munur?
Úrslitið kann býtast upp í 3 stig.
Beinanvegin, longu fyrstu vikuna, kanst tú bæði merkja og síggja, at húðin gerst bleytari og meira strálandi. Porurnar minka, og tú kanst vænta, at onnur legga til merkis, at tú sært nógv “frískari” út.
Aftaná 25-35 dagar er nøgdin av kollagen og elastin so nógv økt, at tú merkir, at húðin gerst fastari og at t.d. pigmentplettir og Rosacea blikna.
Tú sært tá eisini eina byrjandi minking av linjum og rukkum á andliti og kroppi.
Endalig kyknuregeneratión, tað er endurmenning av kyknunum, tekur kyknunum um 90 dagar. So tað er ikki fyrrenn tá, tú sært endaliga úrslitið av viðgerðini. Nú sært tú minni djúpar linjur og rukkur og eina nógv bleytari og fastari húð. Hvussu gott úrslitið verður er eisini treytað av, um tú roykir og/ella drekkur, og hvussu sunt tú etur.
Prísur Beauty Angel Relax:
- Beauty Angel kr.250,-
- 8 Beauty Angel kr. 1.800,-
- 12 Beauty Angel kr. 2.200,-
- 18 Beauty Angel kr. 3.150,-
Viðmælt verður eftir aldri, hvussu nógvar viðgerðir tú skalt hava.
Niðanfyri sæst mynd, hvussu reyða ljósið árvikar húðina og framleiðsluna av kollagen.
Bílegg tíð á 315 777 ella Online Booking. Online booking
LES MEIRA UM BEAUTY ANGEL
Pia, 32 ár
Hon er genial, strekkmerkini aftaná 2 barnsburðir eru so at siga burtur. Jytte, 51 ár Mín húð er vorðin bleyt, húðormar í andlitinum eru burtur. Mín húð er munandi broytt.
Anne Dorthe, 39 ár
Sjónliga úrslitið kring eyguni er heilt ótrúligt, mínar rukkur eru minkaðar minst 50 %. Húðin á lørunum kennist sera bleyt og føst.
Anette, 37 ár
Pigmentbroytingar á ørmunum eru næstan horvnar og húðin er vorðin bleyt og lekkur. Heidi, 42 ár Eg hevði nakrar knoppar aftanfyri á ørmunum, sum eru heilt burtur. Húðin á lørunum og reyvini er strammað og vorðin silkibleyt!
Ulrik, 39 ár
Eg eri sera vælnøgdur eftir 12 viðgerðir. Húðin er bleyt og strammað og eg haldi heilt víst á við viðgerðunum.
Birgitte, 47 ár
Mín húð er nógv yngd og hevur fingið ein glans, sum eg ikki havi sæð í mong ár. Eg eri imponerað!
Charlotte, 45 ár
Pigmentbroytingarnar eru vorðnar nærum ósjónligar. Húðin er strammað, serliga í andlitinum.
Inga, 62 ár
Húðin hevur fingið sín glans aftur, húðin er nógv strammað, serliga rundan um munnin og eyguni.
Dorthe, 39 ár
Húðin er bleyt og lekkur. Eg havi als ikki turra húð longur og havi slett ikki sama tørv á fuktkremi. Haldi húðin kennist 10 ár yngri.
Joan, 35 ár
Sprongdar blóðæðrar á kjálkunum eru púra vekk. Húðin er eins og vøkur.
Ulla, Fredericia
Djúpar foyrur við munnin og eyguni eru nógv minkaðar. Tað sama er galdandi fyri appilsinhúðina. Húðin hevur fingið glansin aftur, er bleytari, og eitt arr á knænum er vorðið nógv penari.
Niðanfyri er skema, ið vísur tær hvussu nógvar ljósviðgerðir tú skalt hava: