Tú fært 3 ymsar laser viðgerðir sama dag, hetta gevur tær minni “downtime” og skjótari, betri úrslit.
Ein Anti Age viðgerð við kraftmiklum úrslitið til andlit, háls og dekolleté.
Viðgerðin er deild upp í 3 partar og tekur umleið 60 min. Viðgerðin kann brúkast til andlit, háls og dekolleté. Viðmælt verður at tú fært 1-3 viðgerðir við nøkrum vikum í millum hvørja.
1. SRA ið gevur javnari húð, minkar um brúnar plettar og reyðar æðraspronginga
2. Sublime ið gevur fastari húð við at økja kollagen og elastin framleiðsluna
3. Sublative “Matrix” minkar um stórar porur, grova húð, arr og rukkur
Áðrenn viðgerðina:
Tú skalt ikki hava verið í sól 4 vikur áðrenn viðgerðina og ikki brúka sjálvbrúnara 2 vikur áðrenn.
Einki fukt krem koyra á húðina 24 tímar áðrenn viðgerðina.
Aftaná viðgerðina:
Aftaná viðerðina vil húðin kennast heit, tú kanst køla húðina við kuldaposa, eisini er vanligt við hevilsi. Tað er umráðandi at einki krem verður smurt á húðina fyrstu 12 tímarnir, fyri at umganga bruna.
Aftaná 1-2 dager er vanlilgt at smáir brúnir prikkar koma á umráði har húðin er grov, porut og rukkut, hesir detta spakuliga av.
Aftaná uml. 4 dagar byrjar húðin at síggaj vanlig út.
Tað er sera umráðandi at tú brúkar minst faktor 30 í 4 vikur aftaná viðgerðin ella so leingi sum húðin kennist kenslig.
Make Up sum mineral putur kann brúkast aftaná 24 tímar.