Yngri og frískari útsjónd
Leitar tú eftir viðgerð ið hjálpir tær at fáa yngri, slættari og javnari húð aftur? Tú ert ikki einsamøll/-ur! Veruleikin er, at tað flest fólk ynskja sær, er fríska og strálandi útsjónd.
Tíðin setir sín dám
Ið tí vit eldast, broytist húðin. Húðin missir tí sløttu húð yvirflatuna og sína nattúrligu glóð. Óynskt pigment, linjur og smáar æðrar kunnu koma til sjóndar, og sólin ger ofta skaða við at skunda undir aldurstekin.
Light & Bright er nýggj framkomin viðgerð, ið einans fæst við Nordlys® frá Candela. Viðgerðin sameinir tvær nýmótans tøknir: Tí sera vældámdu IPL/ SWT® og Frax 1550, ið báðar saman geva enn betri úrslit. IPL arbeiðir í yvirhúðini og Frax 1550 í undirhúðini – hetta uttan at skaða húðflatuna.
Hvat ger Light & Bright?
Viðgerðin:
-
Minkar um aldursblettar og frøknur
-
Minkar tað reyða í húðini og kann taka burtur smáar sjónligar æðrar
-
Betrar um húðstrukturin, minka porur, rukkur og um ójavnleikar
-
Minka um sólskaðar
- Gevur fastari, yngri, og vakrari húð ið strálar
SWT®/ IPL – tøkni
SWT® stendur fyri Selective Waveband Technology, og er smá, stýrd ljósblits, ið beinleiðis rakar myrkar blettir og smáar blóðæðrar í húðini. Nýggja tøknin er munandi betri enn tann gamla IPL, virkar betri og gevur færri hjáárin sum hevilsi v.m.
Frax 1550
Frax 1550 arbeiðir í djúpari húðarløgum við smáum orkublitsum, ið javna ójavna húð og fríska húðina upp – uttan at broyta yvirflatina. Talan er um FDA-góðkenda tøkni, ið verður brúkt til húð – endurnýggjan og viðgerð av mjúkvevnaði.
Fyrimunir:
-
Lítil ella eingin “downtíð”
-
Viðgerð uttan at bróta yvirflatina á húðini
-
Skjót og trygg viðgerð ið gevur sjónlig úrslit
-
Hóskar væl til andlit, háls, dekolleté/bringu og hendur
Er Light & Bright rætta loysnin hjá tær?
Um tú vilt sleppa av við myrkar blettir, reyða húð og ynskir yngri, javnari, fastari og frískari húð, so er Light & Bright ein trygg og effektiv viðgerð fyri teg.
Bílegg eina ókeypis ráðgeving í dag og fá eina persónliga viðgerðarskrá! Bílegg tíð til vegleiðing
Hvat kanst tú vænta av Light & Bright-viðgerðini?
Viðgerðargongd:
-
Alt eftir tørvið fæst besta úrslit vanligt aftaná 3 viðgerðir, men talið kann broytast alt eftir, hvat tú ynskir at viðgera.
-
Vit kunnu vegleiða teg um, hvussu nógvar viðgerðir tú hevur tørv á.
-
Doyvandi krem kann nýtast fyri at minka um pínu.
-
Viðgerðin tekur vanligt uml 60-75 minuttir.
Spyr okkum, hvat tú kann vænta við tínari persónligu viðgerð.


Hvat kanst tú vænta av Light & Bright-viðgerðini?







