YAG – LASER TIL ÆÐRASPREINGINGAR
Æðraspreingingar finnast í fleiri støddum og litum – frá stórum blá-/reyðligum blettum til heilt smá fín spinnilvev, ið kunnu líkjast bláum merkjum. Óansæð hvussu stór ella lítil æðraspreingingar eru, kunnu tær plága teg. YAG – lasarin er sera góður til viðgerð av æðraspreingingum á beinum upptil 3 mm í diametir.
VIT KUNNU VIÐGERÐA STÓRTSÆÐ ØLL SLØG AV ÆÐRASPREINGINGUM
Hjá Klinikk B kunnu vit minka øll sløg av æðraspreingingum á kroppi og á andlitið við trimum ymiskum tøknum. Ein av teimum er YAG-laser, ið er sera úrslita góður til smáar blóðæðrar á beininum og til stór kør á andlitinum – til dømis blá kør undir eygunum ella reyðar samlingar av blóðkørum aðrastaðnis á andlitinum.
Til smáar æðraspeingingar á andlitinum brúka vit oftast IPL. les meira um IPL: https://klinikkb.fo/vaelvera/laser-vidgerdir/ipl-skin-rejuvenation/
Ljósið frá YAG-lasaranum verður upptikið av blóðnum og far blóðkørini at lata seg aftur, soleiðis at tú ikki longri kann síggja tey í húðini.
Tað krevst serkøn og faklig meting at finna útav, hvør viðgerð ella samanseting av viðgerðum, er best til at minka júst tínar æðraspreingingar. Tí byrjar tú við at koma inn til eina ókeypis og óbindandi meting hjá okkara laser serfrøðingi, hvar vit saman kunnu tilrættarleggja eina viðgerðaplan.
Hvussu er viðgerðin við YAG-laser?
YAG-lasarin verður settur tætt uppá æðraspreingina, lasarin skjýtur ljósið út, ið tekur burtur tann óynskta bláa ella reyða litin. Tað kennist eitt sindur heitt, prikandi og svíðandi men tíbetur er tað skjótt yvirstaði. Nakrar av spreingingunum fara burtur beint aftaná viðgerðina, ímeðan aðrar fyrst hvørva gjøgnum næstu vikurnar. Tú skalt vænta 2-5 viðgerðir við umleið 6 vikum í millum, og endaliga úrslitið sæst 2-4 mánaðir aftaná.
Úrslit
Hvør kann IKKI fáa viðgerð við YAG-laser?
Tað eru ikki øll, ið kunnu fáa viðgerð við YAG-laser. Vit bjóða ikki viðgerð, um tú:
- ert við barn
- tekur binyrebarkhormon í tablett form (má bíða eitt ár)
- tekur cystostatica
- tekur isotretinonin
- brúkar A-vitamin á húðina har í æðraspreingingarnir eru (hald steðg eina viku áðrenn viðgerð)
- ert sólbrún av solarium ella náttúrligu sól. Tú skalt ikki hava fingið sól ein mánað áðrenn og tvær vikur aftaná
- brúkar sjálvbrúnara. Tú skalt ikki brúka sjálvbrúnara tvær vikur áðrenn viðgerðina.
Er tað “downtime”aftaná YAG-laser?
Nei, tað er eingin “downtime” aftaná YAG-laser.
Sí video niðanfyri:
Prísir:
Einkult æðraspreinging kr. 1.800,-
Størri umráði kr. 2.800,-