Hevur tú akni – ella hevur havt akni – so sæst tað. Men húð við akni, arr og/-ella ójavnheit kann hjálpast við Elos Plus.
Ein kurur við laser viðgerðum og røtt røkt heima kann geva gott úrslit. Fyrst minka vit um útbrotini og aftaná um neyðugt arrini.
Akni kemur tá kertulin ið er rundan um hársekkin blívur stoppaður til við olju og deyðum húðkyknum.
Vøksturin av bakterium gevur infektión og harvið akni.
Lasarin ið hevur IPL ljós og bi-polar radiofrekvens treingir niður í húðina og oyðileggur bakteriurnar ið geva aktivt akni, samstundis minkar framleiðslan av olju. Tær serligu vørurnar til húðrøkt ið eru í akni pakkanum, tryggjar at húðin verður væl reinsa.
AKNIPAKKIN
Okkara samansetti aknipakki inniheldur 8 laser viðgerðir og virksomar vørur til heimarøkt reins og krem.
Hvussu er akni viðgerðin?
Lasarin oyðileggur tær aktivu bakteriurnar. Viðgerðin minkar um vandan at fáa arr og framskundar lekingina.
Hvat kann eg vænta?
Mongdin av viðgerðum avhongur av hvussu ringt títt akni er.
1 mðr aftaná 5 viðgerðir
Er viðgerðin pínufull?
Viðgerðin gevur sum so ikki pínu men kann kennast heit og geva smá prik. Um ynskist kanst tú taka panodil áðrenn viðgerð. Tú kanst gera alt beint aftaná viðgerðina.
Prísur:
Andlitið kr. 1.800,-
Einkult umráðið kr. 1.300,-
Laser til akni arr pr. viðgerð kr. 3.900,-
Vanligt er neyðugt við 6-8 viðgerðum, tvær hvørja viku. Prísurin er fyri hvørja viðgerð.
Prísurin fyri aknipakkan við 8 viðgerðum og reins og krem til heimabrúk kr. 9.900,-