Rosacea er húðsjúka ið ofta kemur í 25-30 ára aldrinum. Orsøkina til Rosacea kennir eingin, men tað er kroniskur bruni runt um blóðkør og tálgkertlar í húðini, sum geva tað reyða brennandi útbrotið, størri tálgkertlar og akni líknandi eyðkennini.
Her sæst Rosacea oftast
Tað eru nógvar orsøkir til at fáa sjónlig reyð blóðkør í andliti. Oftast “diffust” ella sum týðulig einkult blóðkør. Oftast fáa vit æðrasprongingar orsaka vind og veður ella av húðsjúkuni Rosacea og ymsar bindivevssjúkur.
IPL og LASER
Ljósið frá lasaranum rakar blóðkørini. Tá ljósið rakar blóðkørini blíva tey upphitaði og oyðileggjast.
Viðmælt verða oftast 3 viðgerðir og í ringum førum 5 viðgerðir við uml. 4 vikum millum hvørja. Sjálv viðgerðin kennist heit, men ikki er neyðugt við doyvandi krem.
Úrslitið kann haldast við líka við einari árligari viðgeðr ella tá til treingir
Aftaná viðgerðina kann húðin kennast heit, reyð og hovin (ofta í 4-6 tímar). Tilber at køla húðina við kuldaposum.
Húðin skal vera væl vaska og reinsa fyri make up áðrenn tú kemur til viðgerð.
Húðin skal ikki hava fingið sól 4 vikur áðrenn viðgerð og sjálvbrúnara í 2 vikur, so hon er so ljós sum gjørligt.
Kanning vísir at húðin gerst 40-60% betur aftaná 2 viðgerðir