Hevur tú minni reyðar mislitingar í andlitinum, reyðar eiturkopslíknandi ella blágrønar karsprongingar á beininum, kann tað hjálpast við laser viðgerð.
Við Elos Plus kunnu við taka burtur minni reyðar mislitingar á nøs, kinnum ella øðrum umráðum á andlitinum, kroppinum, armum og beinum. Størri blágrøn blóðkør á beininum (upptil 3 mm) kunnu eisini tíðiliga minkast aftaná fáar laser viðgerðir.
Fyri mong merkir hetta nýggja fríheit til ganga við berum beinum uttan sokkarbuksur, ella tunga dekkandi make up.
Áðrenn viðgerðina:
Tú skalt ikki hava verið í sól 4 vikur áðrenn viðgerðina, so húðin er so ljós sum gjørligt. Eisini skal húðin verða vælrøkta og ikki mangla fukt.
Viðgerðin:
Ljósið og hitin frá lasaranum trongir niður til húðina við hjálp av einum serligur geléi, ið tryggjar samband millum húð og laser. Ljósið frá lasaranum verður upptikið av litinum av kørinum ið hitast upp og blóðkørini vera niðurbrotin.
Tað kennist heitt og prikandi í húðini undir viðgerðini. Viðgerðin kann tí kennast óbehagilig. Oftast merkist viðgerðin meir á beininum enn í andlitinum.
Vanligt er við 1-4 viðgerðum við uml. 4 vikur millum hvørja.
Aftaná viðgerðina:
Tað viðgjørda umráði kann vera reytt og hovið upptil 24 tímar aftaná viðgerðina. Tað er vanligt um tú merkir at húðin gerst “ru” har í kørini vóru. Hetta hvørvur innan fáar dagar.
Aftaná hvørja viðgerð mást tú als ikki fáa sól á umráðið í minst 4 vikur. Góð kremir kunnu framskunda lekingina (spyr um ráð).
Um tú hevur fingið andlitið viðgjørt fyri sprongingar kanst tú brúka make up aftaná 2 tímar.
Um tú hevur fingið beinini viðgjørt er umráðandi at tú ikki venur ella gongur/stendur nógv ella fer í sauna í umleið 3 dagar aftaná viðgerðina. Orsøkin er vandin fyri at kørini víðka seg aftur.
áðrenn og aftaná
áðrenn og aftaná
áðrenn og aftaná
áðrenn og aftaná
áðrenn og aftaná
áðrenn og aftaná
Møgulig hjáárin:
Tað er vanligt um tú upplivir at húðin gerst reyð og hovnar aftaná viðgerðina.
Um tú fert í sól innan 4 vikur, er vandi fyri at húðin blívur mislita.
Tað er eisini umráðandi at tú fortelur terapeutinum um tú hevur verið nýliga í sól, tí tað kann geva brenningar og evt arr.