Hjá Klinikk B bjóða vit sera framkomnar viðgerðir til hártap, serliga ætlað at styrkja hársekkir, betra blóðrensi í hárbotninum og minka um hármiss. Vit hava tvey ymisk sløg C.prof 230 hair solution og C.prof 231 dutexome solution. Báðar viðgerðirnar innihalda B vitamin, mineralir og hyaloronsýru.
Við tunnari nál ella m.pen verur blandingin lagd uttarliga í hárbotnin.
Hártap kann koma av fleiri orsøkum strongd, barnsburð, aldur, sjúku v.m. Hártap kann eisini vera hormonelt, genetiskt/arvaligt.
G.G viðgerðin er bert til tín, ið ikki hevur mist ALT hárið.
Hoyr Beintu og onnur greiða frá viðgerð til hártap í KVF: HOYR HER
C.prof 230 hair loss solution
C.prof 230 er til tín, ið hevur hármiss ið væntast forbíð gangadi. Hármissurin væntast at skyldast strongt, sjúku, alopecia, barnsburð v.m. Vit viðmæla at tú kemur inn í klinikkina og far 5 – 10 viðgerðir, við umleið 2 – 3 vikur ímillum. Úrslit sæst væntandi aftaná 3-5 viðgerðir. Hártapið minkar, hárið gerst kraftigari og nýtt hár vaksur út. Heima vaskar tú hárið við Tricology hair loss shampoo, og brúkar ein kur av hair loss solution. Hair loss solution verður smurt og massera inn í hárbotnin 3 ferðir um vikuna, tær fyrstu vikurnar.
Úrslitið kann haldast við líka um neyðugt við 2 – 3 mánaðum í millum, ella við at brúka shampoo og kurin.
C.prof 230 kann eisini brúkast av ungum undir 18 ár, barnakonum og bróstagevarum. Hóskar væl til tín ið hevur fyrstu tekin uppá hármiss og um hárið kennist veikt.
C.prof 231 dutexome solution
C.prof 231 er til tín, ið hevur hármiss av hormonellum orsøkum, ella har hármissurin er arvaligur (oftast hjá monnum). Ofta eru tekini byrjandi máni, ella høgir tinningar. Ofta sæst hármissurin at líknast við tí hjá pápa, beiggja ella abbanum. C.prof 231 er eisni til kvinnur ið serliga byrja at vera tunnar omaná. Endamáli er at styrkja hársekkirnar og seta gongd á nýggjan hárvøkstur. Ein sterkari blanding, ætlað til útbreiddan ella hormonrelateraðan hármiss (t.d androgen alopeci).
Aktiverar órvirknar hársekkir og setur gongd í nýggjan vøkstur. Styrkir hárgóðskuna og leingir vaksifasuna. Serliga væl egnað til menn og kvinnur við sjónligum hármissi ella tunnum hárvøkstri.

Vit viðmæla 7 viðgerðir av C.prof 231 við uml. 4 vikum í millum, so viðgerðatíðin er 6 mánaðir. Tú byrjar samstundis sum viðgerðin byrjar, at brúka kurin við hair loss solution heima, og vaskar hárið við hair loss shampoo.
Tá tú hevur figið 7 viðgerðir, kann úrslitið haldast við líka við einkultari viðgerð 3 hvønn mánað. Um tú ynskir meira enn bert viðlíkahald, kanst tú byrja av nýggjum aftaná 6 mánaðir.
Tú kanst vænta at síggja úrslit aftaná 2 – 3 viðgerir. Hárið blívur tjúkkri og tú fært fleiri hár.
C.prof 231 má ikki brúkast um tú ert við barn ella gevur bróst. Má ei heldur brúkast av manninum, ímeðan tey royna at kvinnan gerst við barn.

tricology shampoo
Shampoo ið hjálpir til at minka um hártap, styrkir hárið og ger hárbotnin sunnan.
Indikatión: Sterkari og tættari hár

tricology lotion
Minkar um hármiss, styrkir hárið og far hárið at vaksa skjótari og síggja sunnari út, gevur glans, styrki og fyllu.
Indkatión: sterkari og tjúkkri hár

tricology hárvitaminir
Vitaminir við plantuúrdráttum, biotin og zink. Er við til at minka um hártap og hjálpir til at halda hárið frískt. 100% vegansk.
Vørurnar fáast til keyps hjá Klinikk B og í okkara nethandli : KEYP HE€R






