Slóðbrótandi inkontinens viðgerð. Klinikk B bjóðar nú sum tey fyrstu í Føroyum hesa inkontinensviðgerð. Hvør viðgerð á 30 minuttir svarar til uml. 12.000 “knibeøvelser”.
Kanningar vísa 95% nøgdsemi aftaná 6 viðgerðir. Viðgerðin kann gera at tú sleppur undan skurðviðgerð – ella at ganga við innlegg og/-ella blæðu.
Hvat er inkontinens ?
Inkontinens er manglandi evni at halda vatninum aftur. Trupulleikin er ein sokallaður “goymdur trupulleiki” ið ávirkar reinføri og tað sosiala lívið. Umleið 50% av øllum kvinnum fáa inkontinens trupulleika í minni ella størri mun einaferð í lívinum.
Barnsbuður, yvirvekt, aldur og skiftisár kunnu geva urin inkontinens, orsaka veikar vøddar í kokubotninum. Ofta eru fyrstu tekini at tað er ringt t.d at hoppa band, hoppa á trampolin ella at renna, uttan at leka. Síðani kann byrja at leka, tá tú t.d flennir, nýsir ella hostar, eisini kann vera neyðugt at fara oftari á vesið, ella upp fleiri ferðir um náttina á vesið.
Hvussu virkar viðgerðin
Við elektro magnetiskari orku, verða impulsir sendir inn í vøddarnar, ið fáa vøddarnar til at trekkja seg saman.
Tú sleppur undan at lata teg úr klæðunum !
Ímeðan tú fult ílatin tíni egnu klæðir situr á einum stóli, syrgir inkontinensviðgerðin fyri at tú fært fleiri túsund vødda samantrekkingar innan 30 minuttir. Hvør viðgerð svarar til uml. 12.000 Kegel ella “knibeøvelser”, og eru munandi kraftigari enn hvat tú sjálv/ur megnar at gera.
Áðrenn og aftaná
Vit viðmæla 6 viðgerðir – tvær ferðir um vikuna. Tú kanst vænta at merkja mun longu aftaná fyrstu viðgerð, og besta úrslit nakrar vikur aftaná 6 viðgerðir. Alt eftir hvussu stórur tín trupulleiki er, kann vera neyðugt við meira enn 6 viðgerðum fyri besta úrslit, um tú hevur tørv á fleiri enn 6 viðgerðum, lata vit 50% á avsláttri innan 3 mánaðir.
Best er at tú ert ílatin behagilig løtt klæðir, tú situr niðri undir allari viðgerðini. Allar smykkur, beltir við metalspenni v.m skulu takast av áðrenn viðgerð.
Vit viðmæla at tú ikki brúkar telefon ella Ipad undir viðgerðini, men heldur lesur eitt blað ella eina bók.
Tú kanst ikki fáa viðgerð um tú ert:
við barn
hevur pacemakara
hevur epilepsi
metalimplantat
elektroniskt implantat
insulin/medisin pumpu
Prísur:
kr. 1.800,-
6 túrakort kr. 9.000,- (1.500,- fyri hvørja SPAR 300,-).
Aftaná 6 viðgerðir er prísurin kr. 900,- fyri hvørja innan 3 mánaðir. (-50%).