Tað at blíva mamma er stórt og deiligt, samstundis er tað eisini hart, tí barnsburðartíðin og føðing setur stór krøv til kvinnukroppin. Vektin økist gjøgnum barnsburðin, húðin gevur seg, og strekkist út so við og við sum barnið vaksur. Hjá mongum strekkist húðin so nógv, at hon skrædnar og strekkmerkini eru meira ella minni sjónlig. Afturat hesum fáa nógvar mammur vøddaspenningar, tí tær bera barnið nógv og geva bróst.
Medical endermologie® viðgerðin til mammur, hjálpir tær at fáa figurin aftur skjótast gjørligt. Hetta er ein serlig viðgerð, ið er sett saman til júst tín í nýliga hevur átt. Kanningar vísa at 3/4 av kvinnunum viga meir eitt ár aftaná føðing, í mun til hvat tær vigaðu áðrenn.
Viðgerðin niðurbrýtur feitt, drenar vætu, økir kollageni og elastini soleiðis at húðin gerst fastari og minkar um buglur og appilsinhúð og hjálpir við at loysa spentu vøddarnar á rygginum.
Viðgerðini gevur djúpa góða og virksama avslappandi massagu, serliga til rygg, búk, rumpu og lør. Vit viðmæla at tú bíðar til tú hevur havt tvær mánasjúkur aftaná føðing.