Sera lekkur, slankandi, útreinsandi, uppstrammandi og avslappandi kropsviðgerð frá Gerards. Tú liggur á upphitaði brík undir viðgerðini.
Fyrst fært tú eitt serligt elexir á ávís økir, síðani verður ein blanding av leir frá deyðahavinum og 24 karat gull støv smurt á allan kroppin. Aftaná liggur tú og hvílir umleið 45 min.
Viðgerðin virkar útreinsandi, so vit viðmæla at tú drekkur nógv vatn næstu dagarnir.
Úrslitið er ein vakrari, slættari og slankari silouette og fantastiska bleyt og lekkur húð.
Blandingin virkar víðari aftaná viðgerðina, so vit viðmæla at tú ikki fert í brúsu næstu 24 tímarnir. Hettar er tó heldur ikki neyðugt, tí húðin er so sera lekkur aftaná viðgerðina.
Um ynskist, kanst tú bíleggja andlitsviðgerð ella vippur & brýr í hvílitíðini.
Kann brúkast sum ein einkult viðgerð til ein serligan dag, ella sum ein kurur á 3-4 viðgerðir innan 4 vikur.