NÝTT NÝTT -LPG Endermolift 100% náttúrlig viðgerð uttan Filler og Botox ið far tína húð at endurnýggja seg sjálvan.
Húðin eldist av aldri, sól, dálking, royking, ósunnum kosti, strongd og broyttari vekt – . Andlitið er sera útsett fyri ávirkan og ein sær tí ofta alt ov tíðliga ymisk aldurstekin sum fínar linjur, rukkur og turra ella slappa húð. Hettar gerst verri við tíðini og endurbyggjandi virksemið hjá kyknunum bara minkar við árunum.
LPG Endermolift er ein slóðbrótandi viðgerð, ið fyribyrgir og uppbyggir, og samstundis fyribyrgir aldursteknum. Henda strammandi viðgerðin er mekanisk bindivevnaðarsmassaga. Endermolift er egnað til allar húðtypur, kvinnur og menn, sjálvt tey heilt sartu. Ein sera góður háttur at berjast ímóti, at húðin eldist.
Viðgerðin ið er sera behagilig gevur munandi úrslit longu við fyrstu viðgerð. Viðgerðin økir um blóðrensli og far eitt nú vøddarnar í pannuni at slappa av. (“Botox Effekt”) Tað eru fleiri ymisk programmir alt eftir tínum persónliga tørvið og ynski velja vit m.a
uppstrammandi viðgerð til serliga niðara partin av andlitinum og hálsin
volumu økjandi program til tín ið manglar fyllu
resculpting/slankandi program til ov nógva vætu og feitt á niðara parti á andlitinum og undirhøkuni
uppstrammandi og drenandi program til posar/hevilsi um eyguni
vødda avspennandi program til statisku pannurukkurnar og millum brýrnar
serligt dekolleté program
Úrslitið av Endermolift
fastari og klárari húð
minni rukkur, linjr og myrkar randar
Endurskapar sløttu og strálandi útsjóndina
Minkar um posar og hevilsi undir eygunum
Minkar um undirhøkuna (drenar vætu og feitt)
økir kollageni
økir elastini
økir hyaloroni (fuktin í húðini)
Endermolift kann við sera góðum úrsliti setast saman við Diamantslíping og/ella ELT ljósviðgerðini. Endermolift kann takast sum ein kurur á 10 viðgerðir, 1-2 ferðir um vikuna, alle sum ein einkultviðgerð, tá tú ynskir eina betri og frískari útsjónd áðrenn veistluna. Tekur tú ein kur, kunnu vit viðmæla at tú inn í millum tekur LPG Signatur andlitsvigðerina, har tú fær Glycolic Peel og ELT ljósviðgerð afturat.
Viðgerðin endar við uppbyggjandi serum, kremi og eygnakremi eftir tørvið.
Prísir:
LPG Andlitsviðgerð kr. 875,-
5 túrakort 3.875,- (fyri hvørja 775,-)
10 túrakort 7.500,- (fyri hvørja 750,-)
LPG Andlitsviðgerð + Diamantslíping kr. 1.350,-
LPG Endermolift + Diamantslíping + ELT ljós kr. 1.500,-