Pakki til heima SPA !

Ein sera góður og effektivur pakki til tín íð sjálv/ur vil gera nakað gott fyri húðina og síggja úrslit her og nú.  ( eisini eitt sera gott gávuhugskot).

Í pakkanum er:

  • Glycolic 10% ið tekur deyðar húðkyknur og loyvir húðini at upptaka vit C og hyaloron sýruna betur.
  • C-vitamin ampull ið gevur strálandi glóð til húðina, betrar um elastisitetin, javnari húðlit og minkar um fínu linjurnar.
  • Crystal Fiber Mask v/ hyaloron og vit C, fuktar og strammar upp
  • Anti Age Flash Ampoule ið virkar uppstrammandi, økir kollagen og elsastin framleiðsluna.

 

Vegleiðing:

  1. Reinsa andlitið.
  2. Knekka proppin og smyr Glycolic 10% á andlit og háls. Massera andlitið til alt er upptikið (skal ikki vaskast av).
  3. Koyr ampullina við C vitamin á andlit og háls og massera inntil tað er upptikið. (skal ikki vaskast av).
  4. Opna maskuna og legg tað mittasta lagið á andlitið, set teg ella legg teg og hvíl í 20 min. ímeðan maskan virkar (skal ikki vaskast av).
  5. Koyr ampullina Anti Age Flash Ampule á, massera væl inn (skal ikki vaskast av).

Nú er liðugt og eftir er bara at njóta tað góða úrslitið 🙂

 

 

Pakki til heima SPA

kr. 521,00

ella
Meira
Meira