Frax 1940 er ein framkomin fraksjonerað laser-viðgerð, ið arbeiðir í yvirflatuni á húðini. Viðgerðin røkkur epidermis og hornlagið og er serliga væl egnað til at betra um útsjóndina og góðskina av húðini.
Frax 1940 javnar húðtónan, minkar um pigmentplettar og sólskaðar og ger húðina ljósari og slættari. Viðgerðin gevur ofta eina “glass skin”-líknandi ávirkan við eini javnari húð við strálandi glóð.
Lasarin arbeiðir í stýrdari dýpd
(upp til uml. 200 µm / 0,2 mm), sum merkir:
-
skjótari grøðing
-
minni roða og bólgu
-
styttri “downtime” samanborið við djúpari laser-viðgerðir
Til tín ið ynskir strálandi “glass skin” líknandi húð, við skjótari grøðing og úrslitið.









